P/F ArtiCon
Útgivið
18. september 2023
Útgongur
5. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss? Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi, ið hevur staðið miðnámsskúla, til fyrisiting okkara. Lærutíðin er 2 - 2,5 ár, og í lærutíðini er skúlagongd partur av tíðini.

Arbeiðsøki
Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

  • kundatænasta,
  • telefonmóttøka,
  • tollavgreiðsla,
  • bókhaldsuppgávur,
  • umframt aðrar skrivstovuuppgávur.

Tín vangamynd

  • er fyrikomandi,
  • dugir væl at samstarva,
  • dugir væl at samskifta við nógv ymisk fólk,
  • er tænastusinnað/-ur.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Tú hevur møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt fjølbrott arbeiðspláss

Løn
Starvið verður sett frá 1. november 2023 ella skjótast gjørligt og verður lønt sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Christian Danielsen, fíggjarleiðara, á teldupostadressu christian@articon.fo ella á telefon 216159.

Umsókn
Seinasta freist at søkja starvið er 5. oktober 2023. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið