Lýsing
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss? Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi, ið hevur staðið miðnámsskúla, til fyrisiting okkara. Lærutíðin er 2 - 2,5 ár, og í lærutíðini er skúlagongd partur av tíðini.
Arbeiðsøki
Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:
- kundatænasta,
- telefonmóttøka,
- tollavgreiðsla,
- bókhaldsuppgávur,
- umframt aðrar skrivstovuuppgávur.
Tín vangamynd
- er fyrikomandi,
- dugir væl at samstarva,
- dugir væl at samskifta við nógv ymisk fólk,
- er tænastusinnað/-ur.
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Tú hevur møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
- Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
- Eitt fjølbrott arbeiðspláss
Løn
Starvið verður sett frá 1. november 2023 ella skjótast gjørligt og verður lønt sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira at vita
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Christian Danielsen, fíggjarleiðara, á teldupostadressu christian@articon.fo ella á telefon 216159.
Umsókn
Seinasta freist at søkja starvið er 5. oktober 2023. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.