Lýsing
Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum stórum, altjóða og spennandi arbeiðsplássi í áhaldandi menning? So er tað kanska tær vit leita eftir. Atlantic Airways søkir eftir skrivstovulærlingi til høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.
Tú fert at arbeiða í sølu- og kundatænastu (Customer Services) okkara, har tú fyrst og fremst fært upplæring í sølu, tænastu og fyrisiting, umframt at tú verður partur av vaktartoyminum. Tú fert eisini at vera á øðrum deildum hjá felagnum.
Vit vænta at tú...
- hevur áhuga og møguligar royndir innan tænastu og umsiting
- dámar at arbeiða við fólki, kundatænastu og ferðavinnu
- Ert ágrýtin og arbeiðssom/samur og trívist í einum umhvørvi, har tað ofta er nógv at gera
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og dynamiskt lærupláss
- Fjølbroyttar og áhugaverdar uppgávur
- Eina útbúgving, ið gevur tær góðar møguleikar at mennast bæði fakliga og persónliga
Um útbúgvingina:
Útbúgvingarlongd: 4 ár Skúlagongd: Føroyar. FHS og sjey vikur skúlagongd í styttri skeiðum
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: Tvey ár
Útbúgvingarlongd við øðrum miðnámi: Tvey ár og seks mánaðir / Tvey ár og 12 vikur
Útbúgvingarlongd við FHS: Trý ár
Útbúgvingarlongd við 9. flokki: Fýra ár
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Sambært sáttmála hjá Samverki
Eftir lokna útbúgving: Lærubræv
Umsókn:
Hevur tú hug at søkja starvið sum lærlingur hjá Atlantic Airways, trýstir tú á “Søk starvið”. Freistin at søkja er 31.07.2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vit gleða okkum at fáa tína umsókn.
Vinaliga legg til merkis, at tað er neyðugt við reinari revsiváttan og at standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við Kristinu Fossaberg, leiðara á sølu- og kundatænastuni á tlf. 22 21 18 og t-post kristina@atlantic.fo, ella Heidi Gullaksen, HR-leiðara á tlf. 21 37 02 og t-post heidig@atlantic.fo.
Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.