Lýsing
Skrivstovulærlingur søkist til avbjóðandi og spennandi starv í ferðavinnufyritøkuni GreenGateIncoming, at byrja 1. oktobur 2025.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og fjølment starv, har tú m.a. ert við til at:
- selja og menna okkara útboð av pakkaferðum til bólkar og einstaklingar
- samskifta við okkara útlendsku og føroysku samstarvsfelagar
Vit bjóða:
- eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum livandi og lívligum arbeiðsumhvørvi
- góð samstarvsfólk og eitt fjølbroytt arbeiðsøki
Vit vænta m.a.av tær, at tú hevur:
- lokið FHS ella Miðnám – búskaparbreyt.
- hollan teldukunnleika
- áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland
- hevur góðan málkunnleika í skrift og talu
- góð samstarvsevnir
Lærutíðin er 2-3ár, og læruplássið er ásett til fulla tíð. Skúlaskeiðið verður tikið á Glasum í Tórshavn. Setanartreytir og løn sambært Samverk.
Áhugaði eru vælkomin at senda umsóknir við telduposti til info@greengate.fo í seinasta lagi 4. august 2025
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast, við at venda sær til Marna Hjallnafoss á tlf. 520520 ella á teldupost marni@greengate.fo
UM GREENGATE INCOMING
GreenGate Incoming varð stovna í 2001, við tí endamáli at skapa ein serkunnleika innan incoming ferðavinnu til Føroya, og at bøta um móttøkutólið. Hettar hevur eydnast fyritøkuni væl, og hava vit ídag eitt umfatandi úrval av spennandi og væltilpassaðum tilboðum til tey ferðandi.
Okkara endamál er at selja og marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnutjóð. Í hesum liggur so ein støðug menning av produktum, ið vit á hvørjum árið bjóða út til okkara kundar. Vit leggja stóran dent á at hava góð sølutól, t.d. eina vælvirkandi og sansuvekjandi heimasíða og eitt spennandi katalog, sum hvørt ár verður framleitt og útgivið teimum marknaðum, sum vit hava samband við.