HK Bussar
Útgivið
6. oktober 2022
Útgongur
31. oktober 2022
Staður
Traðavegur 2 435 Streymnes, Faroe Islands
T-post
hk@hk.fo
Vitjandi
77

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eitt lærupláss sum skrivstovulærlingur hjá HK Bussum? Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi at byrja 15. novembur ella eftir nærri avtalu.

Skrivstova okkara er í Streymnesi, og í løtuni eru vit 2 fólk á skrivstovuni og 8 bussførarar.

Sum lærlingur hjá okkum fært tú nógvar áhugaverdar og mennandi uppgávur. Við tíðini fært tú eisini stóra ábyrgd og fleiri spennandi uppgávur. Eitt nú ferðast vit javnan til messur og søluátøk, og hesum arbeiði verður tú eisini partur av.

Vit eru ein fyritøka

  • í menning við fokus á ferðavinnu og busskoyring
  • har fleksibilitetur og samstarv eru altavgerandi
  • sum bjóðar áhugaverdar og mennandi uppgávur

 

Vit ynskja, at tú:

  • Hevur miðnámsprógv
  • Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt
  • Dugir væl at samskifta við kundar, bæði skrivliga og munnliga
  • Hevur koyrikort og um áhugin er til tess, so bjóða vit tær at taka koyrikort til buss

Talan er um fulltíðarstarv, men tað er ein fyrimunur, at tú ert fleksibul og kann arbeiða meira til tíðir.

Ljóðar hettar um sum nakað fyri teg? So ert tú meira enn vælkomin at senda okkum eina umsókn. Ring til Haldu Juul Olsen á tlf. 233320, um tú hevur spurningar til starvið.

Umsóknin, prógv og møgulig ummæli skulu sendast til hk@hk.fo innan 31. oktobur.

Líknandi størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til B7   Faroe Islands nýtt
2. december 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið