
Lýsing
Klár/ur at sparka tína yrkisleið í gongd?
Dámar tær tøl, struktur og at hava tamarhald á smálutum? So hevur Roknskaparfelagið eitt spennandi lærupláss til tín!
Vit leita eftir einum nærløgdum og jaligum næmingi, sum hevur miðnámsútbúgving og vil læra alt tað praktiska innan bókhald, skatt, MVG og skrivstovuarbeiði. Í lærutíðini fert tú eisini á skeið á Aarhus Business College fyri at styrkja tínar førleikar.
Vit vænta av tær:
- Tú hevur miðnámsprógv ella líknandi útbúgving
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góðan arbeiðshug
- Tú hevur skil fyri tølum og dámar at arbeiða við ymiskum uppgávum
Vit bjóða tær:
- Lærupláss á einum arbeiðsplássi, har trivnaður og menning eru í hásæti
- Stóran møguleika at halda fram í starvi og taka víðari útbúgving
- Løn eftir avtalu
Umsókn:
Send okkum tína umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2025. Starvið byrjar eftir ætlan 1. september 2025.
Tú kanst seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo, um tú hevur spurningar.
Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.
Um okkum:
Vit eru 12 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.