Roknskaparfelagið Skrásettir grannskoðarar Sp/f
Útgivið
30. april 2025
Útgongur
23. maj 2025
Staður
J. C. Svabosgøta 48, P.O. Boks 2210, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv
T-post
roknskap@roknskap.fo

Lýsing

Klár/ur at sparka tína yrkisleið í gongd?

Dámar tær tøl, struktur og at hava tamarhald á smálutum? So hevur Roknskaparfelagið eitt spennandi lærupláss til tín!

Vit leita eftir einum nærløgdum og jaligum næmingi, sum hevur miðnámsútbúgving og vil læra alt tað praktiska innan bókhald, skatt, MVG og skrivstovuarbeiði. Í lærutíðini fert tú eisini á skeið á Aarhus Business College fyri at styrkja tínar førleikar.

Vit vænta av tær:

  • Tú hevur miðnámsprógv ella líknandi útbúgving
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góðan arbeiðshug
  • Tú hevur skil fyri tølum og dámar at arbeiða við ymiskum uppgávum

Vit bjóða tær:

  • Lærupláss á einum arbeiðsplássi, har trivnaður og menning eru í hásæti
  • Stóran møguleika at halda fram í starvi og taka víðari útbúgving
  • Løn eftir avtalu

Umsókn:
Send okkum tína umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2025. Starvið byrjar eftir ætlan 1. september 2025.

Tú kanst seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo, um tú hevur spurningar.

Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.

Um okkum:
Vit eru 12 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið