P/F SMS
Útgivið
26. februar 2026
Útgongur
11. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kundi tú hugsa tær at byrja tína yrkisleið við eini skrivstovuútbúgving? Vit bjóða tær ein spennandi møguleika at gerast partur av okkara toymi á høvuðsskrivstovuni.

Hvat kanst tú vænta tær?
Sum skrivstovulærlingur fært tú innlit í allar tættir av fyrisiting, búskap, tolling og nógv annað. Tú lærur at arbeiða við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniørkum og ymiskum KT-skipanum, alt meðan tú mennir tínar samskiftisførleikar við viðskiftafólk, bæði munnliga og skrivliga.

Í toyminum hjá okkum er ein skrivstovulærlingur, ið byrjaði í heyst. Nýggi lærlingurin kemur tí at kunna fylgjast og sparra við annan lærling á sama øki.

Í lærutíðini kemur tú millum annað at fáast við hesar uppgávur:

  • Skráseta skjøl, bóka og gjalda fakturar
  • Telefonavgreiðsla og samskifti við kundar og starvsfelagar
  • Senda fakturar út og skráseta inngjøld
  • Gera mánaðaruppgerðir, stemma banka og kreditorar av

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur góðar samskiftisførleikar bæði munnliga og skrivliga
  • Arbeiður skipa og ábyrgdarfult
  • Hevur áhuga fyri at læra og menna teg
  • Hevur góðar telduførleikar

Vit bjóða:

  • Skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting
  • Eitt mennandi og vælvirkandi arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
  • Góðar starvsfólkaágóðar

Útbúgvingin tekur millum 2 og 4 ár, og verður lærutíðin roknað eftir, um tú hevur nakra miðnámsútbúgving frammanundan. Tú kemur at skifta ímillum verkliga læru á skrivstovuni og skúlagongd á Glasir í Havn.

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú senda okkum tína umsókn, saman við avritum av prógvum og møgulig viðmæli, til okkum umvegis leinkjuna í høgru síðu í seinasta lagi 11. mars 2026 á midnátt.

Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Søk starvið

Líknandi størv

26. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið