Lýsing
(Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting)
Vit leita eftir einum dugnaligum lærlingi at gerast partur av okkara toymi.
Sum lærlingur hjá WAAG verður tú partur av eini fyritøku í stórari menning, har uppgávurnar fevna breitt og tú fert at starvast tætt saman við hinum starvsfólk- unum á deildini.
Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, og umframt vanligar fyrifallandi uppgávur, sum eru knýttar at fyritøkuni, fert tú m.a. at læra nógv um:
- planlegging og stýring av arbeiði, bæði stutt- og langskygt,
- samskifti við starvsfelagar, kundar og veitarar,
- viðlíkahald og umvæling av bilum og
- at brúka ymsar telduskipanir, sum eru knýttar at bilmerkjunum, vit umboða.
Hvat vænta vit av tær?
Vit vænta ikki, at tú hevur vitan ella royndir innan økið, áðrenn tú byrjar – tað skalt tú læra, meðan tú ert hjá okkum. Tað, vit vænta av tær, er:
- at tú møtir væl upp,
- at tú ert áhugað/-ur í at læra, og
- at tú ert tænastusinnað/-ur.
Um útbúgvingina
Heitið á útbúgvingini er “Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting”. Útbúgvingin varir í mesta lagi fýra ár, og upptøkukravið er í minsta lagi 9. floks prógv. Hevur tú miðnámsútbúgving frammanundan, styttist longdin á útbúgvingini. Við búskaparbreyt verður hon tvey ár, við øðrum miðnámi hálvt triðja ár og við FHS trý ár. Skúlagongdin í sambandi við lærutíðina fer fram á Glasi í Havn.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála hjá Samverki (Lønarbólkur 3: Lærlingar).
Vilt tú vita meira?
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Simonu Kronberg á tel. 363670 ella á simone@waagbilar.fo
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er fríggjadagin 20. mars 2026.
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á simone@waagbilar.fo. Til ber eisini at útfylla formularin niðanfyri.
Sí lýsing og søk starvið her