Útgivið
15. marts 2022
Útgongur
13. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Skrivstovulærlingur til bókhaldið í Borg

Ert tú ung/ur og fús/ur og ynskir at vera við at víðarimenna bókhaldið hjá Borg, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Høvuðssætið hjá Borg er í Runavík.
Borg hevur deildir í Runavík, Klaksvík og Tórshavn, har allar deildirnar dagliga hava tætt samstarv.

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og spennandi lærupláss við nógvum góðum starvsfelagum
  • Gott innlit í sølu og tænastu innan byggimarknaðin í Føroyum
  • Eitt arbeiðspláss har vit gera nógv fyri trivnaðin

Sum skrivstovulærlingur í Borg kemur tú at læra alt innan bókhald, tollingar, vøruviðlíkahald umframt aðrar skrivstovuuppgávur.

Vit vænta at tú:

  • Hevur lokið FHS, HH (Búskaparbreyt) ella miðnámsprógv
  • Hevur hollan teldukunnleika
  • Ert fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvsevnir

Lærutíðin er 2-3 ár og ásett til fulla tíð, arbeiðsstaðurin er í Runavík.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Samverk og FAG.

Skúlagongdin í lærutíðini er á Glasi í Tórshavn.

Umsóknarfreistin er mikudagin 13. Apríl 2022.

Vit bíða fegin eftir rætta lærlinginum, eisini til at byrja í summar 2022.

Umsókn við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verða send til: hr@borg.fo

Ynskir tú at vita meir um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leonu Nilssen á telefon 237295 ella t-post hr@borg.fo

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið