Lýsing
Er tú okkara nýggi skrivstovulærlingur?
Vit, á Høvdavirkinum í Leirvík, sóknast eftir einum ágrýtnum og nærløgdum lærlingi, sum dámar eitt arbeiðspláss har ferð er á, so ert tú ágrýtin og nærløgd/-lagdur, so send okkum eina umsókn.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi lærupláss á einum arbeiðsplássi í støðugum vøkstri, og har møguleiki er at royna alt innan skrivstovuarbeiði.
Uppgávurnar eru millum annað:
- Bóka
- Avstemma
- MVG uppgerð
- Telefonmóttøka
- Starvsfólkaviðurskifti
- Ymiskar fyrifallandi uppgávur
Tínir førleikar
Vit ynskja, at tú hevur HH ella líknandi útbúgving, at tú hevur telduførleikar á brúkarastøði, kanst samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Oniku á tlf. 588001 ella senda teldupost til onika@fmp.fo.
Umsókn
Løn sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn, við prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til Onika@fmp.fo ella til
P/F Faroe Marine Products
Víkarvegur 101
520 Leirvík.
_
Um FMP
Faroe Marine Products varð stovnað í 2001. Vit taka ímóti høvdum, ryggjum og heilum fiski frá flakavirkjum. Vøran verður turka til matna, og verður seld í Nigeria. Vit framleiða vælkenda turra fiskin frá Housefield. Eisini framleiða vit Pet-food til hundar og kettur bæði í Føroyum og
uttanlanda.Vit koma heilt skjótt eisini at framleiðia fiskaprotein úr svartkjafti. Hann er vælegnaður fyri vælverðu og til íðkaran.
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri viðsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Vit framleiða umleið 15.000 tons av høvdum og ryggjum árliga. Á FMP starvast í løtuni umleið 50 fólk.