SP/F EL.FO
Útgivið
21. november 2022
Útgongur
10. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Við hesum verður søkt eftir skrivstovulærlingi at byrja 3. januar 2023.

Vit bjóða:

Eitt lærupláss, har tú kemur at læra alt vanligt bókhalds- og skrivstovuarbeiði. Tú gerst partur av einum fjølltáttaðum starvsfólkahópi og kemur vísa til roknskaparleiðaran.

Vit væntað, at tú:

  • Ert fyrikomandi og álítandi.
  • Hevur FHS ella HH.
  • Dugir eisini at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert nærlagdur/nærløgd og røkin.
  • Ert fleksibul og kann gera nógvar ymsar arbeiðsuppgávur.
  • Ágrýtin og íðin eftir at læra.
  • Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum bæði í skrift og talu.

Lærutíð og løn eru sambært S&K sáttmálan.

Umsókn:
Skrivligar umsóknir við fylgiskjølum skulu vera El.fo í hendi í seinasta lagi 10. desember 2022 og kunnu sendast til el@el.fo ella El.fo, Gamli Velbastaðvegur 1, 100 Tórshavn. Um tú ynskir at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Duritu Krosstind Gregersen, roknskaparleiðara, á tlf 739511/203203.

Um El.fo:
El.fo spf starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym. Tað starvast í løtuni 29 fólk hjá El.fo, harav flestu eru úti hjá kundum. El.fo er ein fyritøka í menning og skrivstovunæmingurin verður við í hesi spennandi ferðini.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið