Sorinskrivarin í Føroyum
Útgivið
17. maj 2025
Útgongur
21. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Í Føroya Rætti er eitt lærupláss leyst at søkja, til setan 1. september 2025.

Vit vænta:

  • At tú hevur búskapar-, students- ella /HF prógv
  • At tú dugir væl at skriva føroyskt og danskt
  • At tú er opin og fyrikomandi
  • At tú hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða:

  • Eina útbúgving innan almenna fyrisiting
  • Eitt fjølbroytt lærupláss
  • Eitt umhvørvi har nógv er at gera
  • Eitt spennandi arbeiðspláss við avbjóðingum og møguleikum

Útbúgvingin:

  • Almenn fyrisiting
  • Næmingurin fær útbúgving innan øll málsøki í Føroya Rætti og luttekur á kunningarskeiðum sum Domstolsstyrelsen skipar fyri
  • Útbúgvingartíðin við búskaparbreyt prógvi er 2 ár, við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt er lærutíðin 2 ár og 5 vikur.
  • Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á skúla í 15 vikur samanlagt
  • Lønar og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum Statsansattes Kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet

Umsøkjarar skulu um neyðugt geva loyvi at innheinta revsiváttan.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka Andreasen, skrivstovuleiðara ella Marin H. Augustinussen, deildarleiðara á 31 10 03 ella skrivligan fyrispurning til post@sorinskrivarin.fo

Umsókn, prógv og møgulig viðmæli skulu vera Føroya Rætti í hendi í seinasta lagi 20. juni 2025, og kunnu sendast við posti ella telduposti til post@sorinskrivarin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið