Sunda Kommuna
Útgivið
21. juni 2025
Útgongur
4. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri at veita eina góða tænastu og at hjálpa øðrum? Ert tú fyrikomandi og ynskir eitt starv í einari kommunu, sum er í støðugari menning og framgongd? So er tað tær vit leita eftir.

Sunda kommuna søkir eftir einum ágrýtnum skrivstovunæmingi, sum kann byrja 1. september, ella eftir nærri avtalu.

Í umsitingini hjá Sunda kommunu starvast níggju fólk. Sum skrivstovunæmingur hjá okkum verður tú knýtt/ur at móttøkuni, har arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi. Í móttøkuni ert tú ein avgerandi leiklutur í, at borgarnir í kommununi fáa eina góða og jaliga móttøku og vegleiðing. Tú sleppur eisini at royna teg á hinum deildunum og fært kunnleika til ymisk starvsøkir í umsitingini.

Um teg ynskja vit at tú:

  • Hevur miðnámsútbúgving.
  • Hevur áhuga og hegni til fyrisitingarligt arbeiði.
  • Ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra.
  • Arbeiðir miðvíst, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Hevur góðan telduførleika og dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum.
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur

Vit bjóða:

  • Eina breiða skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting - Skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting (EUX).
  • Ein spennandi arbeiðsdag har tú kanst seta tín dám á uppgávurnar og umhvørvið.
  • Eitt lærupláss, har tú fært neyva upplæring innan kommunala umsiting og innlit í ymisk fakøkir.

Setanarviðurskifti:
Lærutíðin verður fastløgd eftir tínum prógvum og starvsroyndum. Partur av lærutíðini er skúlagongd í Danmark.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra í Sunda kommunu, á 29 72 05 ella erland@sunda.fo.

Skrivlig umsókn, saman við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til sunda@sunda.fo. Umsóknarfreistin er 4. juli 2025.

Merkið umsóknina “Skrivstovunæmingur”.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið