Lýsing
Vit søkja eftir skrivstovunæmingi til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Talan er um eina yrkisútbúgving innan almenna fyrisiting.
Yrkisútbúgvingin
Útbúgvingin er fjøltáttað og fevnir um ein yrkisligan part og ein ástøðiligan part. Lærutíðin er vanliga tvey ár og skiftir ímillum starvsvenjing og skúlagongd. Longdin av lærutíðini er tengd at tíni útbúgvingarbakgrund. Skúlagongdin fevnir um fýra tíðarskeið í Danmark í 13-15 vikur, har tú kanst velja ímillum skúlarnar Niels Brock (Keypmannahavn) og Århus Købmandsskole (Aarhus). Tú kanst lesa meira um skúlagongdina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum:
Skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting (yrkisdepilin.fo)
Tínar uppgávur
Í lærutíðini fært tú kunnleika til kommunala fyrisiting og ymiskar KT-skipanir. Yrkisligi parturin av útbúgvingini fer fyrst og fremst fram í Snarskivuni, á Starvsfólkadeildini og á Fíggjardeildini. Møguleiki verður tó eisini fyri at royna seg í øðrum pørtum av umsitingini. Uppgávurnar fevna millum annað um málsviðgerð, kundatænastu, samskipan, journalrøkt, bókhald, lønarviðurskifti, fyrisiting og samskifti. Vit leggja okkum eftir at seta teg væl inn í ymsu uppgávurnar og vegleiða teg, tá tørvur er á tí.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema