Útgivið
2. november 2021
Útgongur
28. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Skrivstovunæmingur til Føroya Politi

Eitt lærupláss, innan almenna fyrisiting, er leyst at søkja til setan 1. mars 2022.

Umsøkjarar skulu hava staðið FHS-, HH-, Students- ella HF prógv.

Lærutíðin verður fastløgd av Yrkisdeplinum, alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur framanundan. Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á handilsskúla í tilsamans 13 vikur.

Lønarviðurskifti:
Løn er sambært sáttmála millum Moderniseringsstyrelsen og HK-Stat.

Meira fæst at vita um størvini við at ringja á Politistøðina í Havn til Annu D. Háberg, HR-stjóra á tlf.nr. 792319 ella á t-post: adh004@politi.dk

Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: FO-personalekontor@politi.dk

Umsóknin skal verða politinum í hendi í seinasta lagi 28. november 2021.

Vit mæla øllum skikkaðum til at søkja starvið uttan mun til kyn, uppruna, átrúnað ella tjóðarsamleika.

Starvssetanin er treytað av, at tú kanst verða trygdargóðkend/ur av PET. Læruplássið verður sett, tá trygdargóðkenningin er til skjals.

Samrøður væntast at verða hildnar í viku 49.

Michael Boolsen, politistjóri

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið