Útgivið
14. oktober 2021
Útgongur
25. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Skrivstovunæmingur til Greengate Incoming

Skrivstovunæmingur søkist til avbjóðandi og spennandi starv í ferðavinnufyritøkuni  GreenGate Incoming, at byrja skjótast tilber.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og fjølment starv, har tú m.a. ert við til at:

  • umsita og menna okkara summarhússkipan
  • umsita og arbeiða við sosialum miðlum
  • menna og selja okkara útboð av pakka- og bólkaferðum
  • samskifta við okkara útlendsku samstarvsfelagar
  • luttaka á ymiskum ferðavinnumessum/verkstovum

Vit vænta m.a. av tær, at tú hevur:

  • lokið FHS ella HH prógv (marknaðarbreyt)
  • hollan teldukunnleika
  • áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland
  • hevur góðan málkunnleika í skrift og talu
  • góð samstarvsevnir

Lærutíðin er 2-3 ár, og læruplássið er ásett til fulla tíð. Skúlaskeiðið verður tikið á Glasum í Tórshavn. Setanartreytir og løn sambært S&K

Áhugaði eru vælkomin at senda umsóknir við telduposti til info@greengate.fo

Umsóknarfreistin er 25.oktobur

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið