Granskoðarastovan
Lýsing
Fyri ein av kundum okkara, verður søkt eftir skrivstovufólki/bókhaldara.
Arbeiðið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði so sum:
- Bókhald
- Fakturering
- Gera tilboð
- Teldupostsamskifti
Starvið er ½-tíðarstarv (20 tímar um vikuna) í góðum arbeiðsumstøðum.
Løn og setanartreytir annars eftir avtalu og starvið verður sett sum skjótast.
Um teg:
- Tú hevur royndir innan bókhald og viðkomandi útbúgving
- Royndir við Economic er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
- Góðan KT-førleika, soleiðis at tú lættliga kanst seta teg inn í skipanina
- Sum persónur ert tú arbeiðssom/samur
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.
Umsóknir og fyrispurningar vera viðgjørd í trúnaði. Freistin er 30. september 2024.
Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo