Undirvísingarstýrið
Útgivið
3. juni 2025
Útgongur
27. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið umframt leiðslu, hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í skúlanum á Velbastað.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av virksemi skúlans. Umframt at leiða skúlans virksemi og starvsfólk, gongur leiðarin undan í góðum samstarvi við myndugleikar og heim. Áhugi og hegni at vera í leiðslu- og í lærarayrkinum er ein fyritreyt fyri at trívast og hepnast í starvinum. Skúlastjórin er bæði leiðari skúlans og hevur undirvísingartímar.

Skúlastjórin luttekur virkið í teimum tiltøkum og samstørvum, ið avvarðandi stovnar skipa fyri, so sum Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám.

Skúlastjórin virkar eisini í tøttum samstarvi við mentamáladeildina, aðrar deildir og skúlar í Tórshavnar kommunu.

Tað ganga áleið 36 næmingar úr 1.- 6. flokk í Velbastaðar skúla skúlaárið 2025/26. Skúlastjórin leiðir eisini forskúlan, sum er partur av Velbastaðar skúla. Tað eru trý lærarastørv í Velbastaðar skúla.

Skúlastjórastarvið í Velbastaðar skúla er flokkað sambært galdandi avtalu í lønarflokki 34-1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. 47.752,61 umframt 17% í eftirløn.

Starvið er sáttmálasett, ikki uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumaður frammanundan. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:

  • útbúgving sum fólkaskúlalærari og antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving
  • viðkomandi starvsroyndir
  • førleika at leiða og fyrisita
  • góð samstarvsevni við børn, starvsfólk, foreldur og við avvarðandi myndugleikar og samstarvsfelagar
  • hegni, at virka fyri trivnaði og menning hjá næmingum og starvsfólkum
  • eina tilgongd til leiðslustarvi, ið er kveikjandi
  • førleika at fíggjar- og rakstrarstýra

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við tænastu í Velbastaðar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2025 kl. 12.00.

Starvið verður sett frá 1. august 2025.

Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið, postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110 Tórshavn ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Vagn Foldbo, deildarleiðara á vagnf@uvs.fo ella á 200900.

Undirvísingarstýrið er eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið