Lýsing
Dagliga arbeiðið er skipað í samráð við skúlastjóran og tekniska leiðara. Eisini kemur viðkomandi at arbeiða tætt saman við verandi skúlavørði.
Høvuðsuppgávur:
- Arbeiðsøkið umfatar allan Skúlan við Streymin, eisini íroknað ítróttahøll, svimjihyl, fimleikahøll, skúlagarð og uttanumøkið annars, sum hoyrir til skúlan.
- Hevur ábyrgd av og umsjón við útbúnaði á skúlanum, sum ljósi, hita, saniteti, svimjihyli, ítróttarhøll, undirvísingarútgerð v.m.
- Hevur umsjón við øllum viðlíkahaldsarbeiði á skúlanum í samráð við tekniska leiðara hjá Sunda kommunu og annars í samráð við skúlastjóran.
- Samskipar reingerð av skúlanum.
- Húsavørðurin skal tola broytingar í uppgávunum.
Førleikar og persónligir eginleikar til viðkomandi sum settur verður:
- Útbúgving sum handverkari ella líknandi
- Førleikar innan tøkniligar el stýrisskipanir kann vera ein fyrimunur
- Arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð evni at samstarva
- Dugur at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
- Fyrikomandi og hevur gott handalag
- Trívist við broytingum og einum fjølbroyttum gerandisdegi hevur KT-førleikar á brúkarastigi
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum førleikum og persónligum eginleikum.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála við Starvsmannafelagið ella Føroya Handverkarafelag.
Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniskur leiðari á tlf. 29 72 20 ella skriva teldupost til lillian@sunda.fo.
Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 17. juni 2022 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til sunda@sunda.fo
Merkið umsóknina “Skúlavørður”
Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.