Lýsing
Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Hevur tú áhugað fyri sjúkrarøkt innan skurðøkið, har tú raðfestir høga dygd? Hevur tú hug at arbeiða á einari deild, við royndum og ídnum starvsfelagum, so er hetta starvið júst nakað fyri teg.
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum royndum skurðsjúkrarøktarfrøðingi til Skurðgongina til setan 01.11.2023 ella sum skjótast. Talan er um eitt farloyvistarv í 10 mðr., sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0.8, við tilkalluvaktum/døgnvaktum.
Á Skurðgongini starvast 13 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopieindini og 3 sterilassistentar. Skurðgongin hevur 6 skurðstovur, 2 endoskopistovur og sterilsentral. Okkara sergreinir eru ortopedi, alm. kir., gynækologi, urologi og bróstskurðviðgerðir. Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðrir. Í sterilsentralinum vera øll instrumentir endurviðgjørd til allar skurðviðgerðir.
Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv og vit vanta av starvsfólkunum, at tey eru við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd til arbeiðið og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.
sí lýsing her