Landssjúkrahúsið
Útgivið
12. juli 2024
Útgongur
30. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Hevur tú áhugað fyri sjúkrarøkt innan skurðøkið, har tú raðfestir høga dygd? Hevur tú hug at arbeiða á einari deild, við royndum og ídnum starvsfelagum? So er hetta starvið júst nakað fyri teg.

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum royndum skurðsjúkrarøktarfrøðingum til Skurðgongina til setan 01.09.2024 ella sum skjótast. Talan er um tvey avloysarastørv í 1 ár á starvsbrøki 0.8, við tilkalluvaktum/døgnvaktum.

Um Skurðgongina
Á Skurðgongini starvast 13 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopieindini og 2 sterilassistentar. Skurðgongin hevur 6 skurðstovur, 2 endoskopistovur og sterilsentral. Okkara sergreinar eru ortopedi, alm. kir., gynækologi, urologi og bróstskurðviðgerðir. Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðrir. Í sterilsentralinum vera øll instrumentir endurviðgjørd til allar skurðviðgerðir.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv, og vit vænta av starvsfólkunum, at tey eru við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd til arbeiðið, og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Sjúkrarøktarfakligan áhuga innan skurðøkið
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • Førleika at miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu, umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum og uppgávum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðrun Setberg Lindenskov, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5200, gudli@ls.fo ella Elin Vitalis, depilsleiðari, lokal 5102, elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 30.07.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara, visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið