Útgivið
17. november 2021
Útgongur
3. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sálarfrøðingur til Børn og Ung psykiatri

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum sálarfrøðingi til Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt fast starv á brøki 1,0 til setan 01.01.2022 ella eftir nærri avtalu.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøki: Barnakonueind, Børn og Ung somatikk og Børn og Ung psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði, til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað fyri øll børn og avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku.

Um Børn og Ung psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í trý toymi – børn, ung og dageind. 21 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið sum sálarfrøðingur er sum útgangsstøði knýtt at ambulatoriinum, sum hevur eitt barnatoymi, har børn til og við 11 ár koma og eitt ungatoymi, har ung frá 12 til 17 ár koma.

Arbeiðsuppgávurnar í høvuðsheitum

  • Sálarfrøðiligar kanningar og viðgerð av børnum og ungum
  • Ráðgeving av teimum, sum eru um børnini
  • Planlegging og tilrættislegging av útgreiningar- og viðgerðargongdum frá A til Z
  • Luttøka í innanhýsis tvørfakligum konferansum, har útgreiningar- og viðgerðarætlanir verða lagdar, og tað verður diagnostiserað við støði í gjørdu kanningunum
  • Tilrættislegging og útinning av bólkaundirvísing av børnum, foreldrum og fakfólki
  • Umframt ambulanta arbeiðið kunnu uppgávur í sambandi við víðkaðar/intentensivar útgreiningar- ella viðgerðargongdir í dageindini eisini væntast

Arbeiðsuppgávurnar innibera nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi er ein týðandi partur av arbeiðnum. Sálarfrøðingurin kann eisini vænta at fáa supervisiónsuppgávur.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sálarfrøðingur, gjarna við ella á veg til at gerast autoriseraður
  • Góðir samstarvseginleikar tvørfakligt, við børnini og familjur teirra umframt við hinar stovnarnar, sum varða av børnunum og familjum teirra
  • Góð skipanarevni og førleikar til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis og førleika at prioritera uppgávurnar á ein hátt, sum tryggjar best møgiligan samanhang í bæði útgreiningar- og viðgerðargongd
  • Førleikar at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar

Harumframt ynskja vit umsøkjarar:

  • Við arbeiðsroyndum innan útgreining og viðgerð av børnum, ungum og familjum. Hesar royndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Sum eru fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Við jaligum sinni og við ágrýtni og ábyrgd í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Við smidleika og arbeiðssemi
  • Sum geva sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og møta sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
  • Sum taka ábyrgd av egnum trivnaði og læring

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú gert týdandi mun fyri børn, ung og teirra familjur
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og menning
  • Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisión og tvørfakligum konferansum

 Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camillu Henanger, sálarfrøðing og funktiónsleiðara í Børn og Ung psykiatri á camhe@ls.fo ella til Súsonnu Reinert-Petersen, yvirlækna, susrp@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.

Umsóknarfreistin er tann 03.12.2021.
Setanarsamrøður væntast at verða í viku 49 ella 50.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið