Útgivið
19. oktober 2021
Útgongur
7. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sølufólk til farloyvisstarv hjá MBM

UM STARVIÐ
Talan er um farloyvisstarv í eitt ár fyri sølufólk í barnsburðarfarloyvi.

Søludeildin stendur í støðugari menning og bjóðar ein sera spennandi gerandisdag við ymsum uppgávum.

Søludeildin, Raska, fevnir um alla sølu í sambandi við mjólk, mjólkarúrdrátt, ost o.a til matvøruhandlar, matstovur, stovnar, skúlar, heilsølur og so framvegis.

Vit vænta av tær, at
tú vitjar handlar fleiri ferðir um vikuna kring alt landið.            

  • tú ert áhugað/ur í sølu- og kundatænastu.
  • tú setir teg inn í tær einstøku vørurnar, soleiðis at tú fært givið røttu  vegleiðing til kundan.
  • tú hevur koyrikort
  • tú tekur ábyrgd í tínum arbeiði
  • tær dámar at vegleiða og hjálpa kundum okkara
  • tú trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt.
  • tú vilt menna og styrkja tínar førleikar í sambandi við sølu 
  • tær dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
  • tú arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
  • tú ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
  • tú raðfestir samstarv
  • tú arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
  • tú kemur at røkja  kundatænastu og sølu, sum er andlit til andlits.
  • tú sum sølufólk sær týdningin í samspælinum millum kunda, tænastu og sølu.

 

VIT BJÓÐA TÆR
Vit bjóða eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum umhvørvi og, ja, har tað ofta snýr seg um at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.
Tú fært ávirkan á tín egna arbeiðsdag, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti í at røkja sølu- og kundarøkt á søludeildini hjá MBM.

Tú kemur at vera við til/at fyriskipa smakkiroyndir, tiltøk og líknandi saman við hinum sølufólkunum.

Útbúgving og royndir eru ikki krøv, men tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir í sambandi við sølu. Vit ímynda okkum, at tú leggur nógva orku í kundarøkt og  kundasølu, sum er andlit til andlits. Tú kemur at arbeiða í einum sølutoymi, har samstarv og jaligur hugburður eru lykilsorð.

UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi november 2021.

Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: hr@mbm.fo

LØN OG SETANARTREYTIR:
Talan er um eitt fulltíðarstarv á 35 tímar um vikuna. Starvsbyrjan og løn sambært avtalu, men vit vænta, at tú kanst byrja hálvan november. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Valborg H. Laksáfoss, HR- leiðari, á telefon 36 20 10, ella til Winnie Heinesen,  marknaðarfólk, á 36 20 14. Til ber eisini at senda fyrispurningar umvegis t-post á hr@mbm.fo

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið