Útgivið
20. oktober 2021
Útgongur
4. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sølufólk til køksdeildina í Tórshavn

Ert tú eitt sølufólk við stórum ágrýtni og hevur hug at gera mun, og brennur fyri at geva kundunum eina keypsupp­living út yvir tað vanliga. Tú fært ein øðrvísi gerandisdag, har ikki ein dagur er lí­ka, og tú fært møguleika at seta tín egna dám á.

Vit vænta

  • At tú hevur gott hugflog, ert góð/góður til at innrætta og tekna, leggja fram hugskot og uppskot. (Tú fært upplæring í tekniskipanini Winner)
  • At tú skilur týdningin av at gera kundan nøgdan, at ganga dreyminum og hugskotinum á møti.
  • At tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, hevur viljan til at skapa góð úrslit og dámar at hava nógv at gera.
  • At tú hevur góðan KT førleika, arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum.

Ert tú klár/ur til nýggjar avbjóðingar? Og kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørghild tel. 237269 ella t-post: bjorghild@borg.fo

Send eina umsókn til:

Borg
att: Leona Nilssen
Fjøruvegur 5
625 Runavík

ella á t-post: hr@borg.fo

Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkjari er funnin.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið