Útgivið
8. september 2021
Útgongur
26. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sølufólk til Valdemar Lützen Byggibúð

Vit leita eftir einum ágrýtnum sølufólki til byggibúð okkara í Tórshavn.

Um læruplássið
Tú kemur at starvast í handli okkara á Skálatrøð í Tórshavn og verður partur av einari fyritøku, ið setur tænastu og vitan fremst. Hóast tað er ynskiligt at tú hevur viðkomandi royndir innan handil, so geva vit góða upplæring innan øll økir í handilsvirkinum. Arbeiðsdagurin er fjøltáttaður og gevur nógvan lærdóm um amboð og tilfar, og tú kemur at avgreiða bæði privat- og vinnukundum.

Tín vangamynd
Kundin er miðpunktið í virksemi okkara og vit ynskja at tú:

  • Er blíð/ur av lyndi og dámar at samskifta við fólk
  • Er virkin, røkin og møtir rættstundis
  • Dámar ein fjøllbroyttan gerandisdag og nýggjar avbjóðingar.

Setanarviðurskiftið
Starvið verður lønt sambært avtalu.

Freist at søkja
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men starvsetanin kann tillagast um rætti umsøkjarin kemur úr ørðum starvi. Umsóknir skulu sendast við telduposti saman við CV og møguligum prógvum til vlb@vlb.fo

Hevur tú spurningar um starvsplássið og lærutíðina er tú vælkomin at seta teg í samband við Jón McGavin, handilsleiðara, á tlf. 231016 ella við teldupost á vlb@vlb.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið