Útgivið
11. januar 2022
Útgongur
31. januar 2022
Vitjandi
23

Lýsing

Skriva út

Sølulærlingur til Valdemar Lützen Byggibúð

Vit leita eftir einum røskum og ágrýtnum sølulærlingi til okkara sterka sølutoymi.

Um læruplássið
Tú kemur at starvast í handli okkara á Skálatrøð í Tórshavn og verður partur av einari fyritøku, ið setur tænastu og vitan fremst. Tú fær góða upplæring innan øll økir í handilsvirkinum og kemur eisini at taka læruskeið á skúla í Danmark. Í lærutíðini kemur tú at læra alt um amboð, byggitilfar, kundarøkt og sølu.

Tín vangamynd
Kundin er miðpunktið í virksemi okkara og vit ynskja at tú:

  • Er blíð/ur av lyndi og dámar at samskifta við fólk
  • Er virkin, røkin og møtir rættstundis
  • Dámar ein fjøllbroyttan gerandisdag og nýggjar avbjóðingar.

Setanarviðurskifti
Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi miðnámsútbúgving.

Lærutíðin er 3 ár um tú hevur FHS og 2 ár um tú hevur Hægri handilsskúla.

Vit bjóða eina góða løn í lærutíðini og tú fær møguleika fyri einum gevandi starvi hjá okkum eftir lokna lærutíð.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 31. Januar 2022. Umsóknir skulu sendast við telduposti saman við CV og møguligum viðmælum og prógvum til vlb@vlb.fo

Hevur tú spurningar um starvsplássið og lærutíðina er tú vælkomin at seta teg í samband við Jón McGavin, handilsleiðara, á tlf. 231016 ella við teldupost á vlb@vlb.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið