Hiddenfjord
Útgivið
22. februar 2024
Útgongur
11. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í sambandi við økt virksemi á smoltstøðini hava vit brúk fyri tveimum smiðum til okkara væl útgjørdu smiðju á Fútakletti.

Saman við smiðjuformanninum og teknisku deild skulu tit loysa alskyns uppgávur í sambandi við nýgerð, viðlíkahald og umvælingar á smoltstøðini.

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum maskinsmiður, rørsmiður, kleinsmiður, ella hevur líknandi royndir, og at tú:

  • Ert røkin og álítandi
  • Ert arbeiðssom/-samur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dámar at loysa uppgávur

Tú fært ávirkan á tín arbeiðsdag, m.a. við at finna loysnir upp á ymsar avbjóðingar.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8 til 16.

Møguleiki at koma við í vaktarskipanina.

Hjá Hiddenfjord ganga við høgt upp í, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:

  • Góð og skipað arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans amboð og útgerð.
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum.
  • Persónliga og fakliga førleikamenning.
  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Petur Reinert, smiðjuformann, á 221257. petur.reinert@hiddenfjord.com ella Kristoffur Svabo, tekniskan leiðara, á 225207. kristoffur.svabo@hiddenfjord.com.

Umsóknir skulu sendast til starv@hiddenfjord.com í seinasta lagi 11. mars 2024.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Hiddenfjord er serføroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk.

Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild.

Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk, harav 12 fólk á teknisku deild.

Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið