Lýsing
Vit leita eftir 2 dugnaligum smiðjum/sveisarum við galdandi MIG/MAG-certifikati til arbeiði í
Grønlandi.
Praktiskar upplýsingar
Arbeiðsstøð: Nuuk-økið, Grønland
Fráferð: Flogið verður úr Føroyum 4. januar
Arbeiðsbyrjan: 5. januar
Um arbeiðið
Arbeiðið fevnir um sveising av flansum til eina stálhøll / stálkonstruktión, sum er gjørd úr
svørtum stáli.
Talan er um fakligt og nákvæmt sveisiarbeiði, har flansar verða sveisaðir á stálplátur í tjúkd frá uml. 12 til 22 mm. Sveisingin verður framd við MIG/MAG, og tí er galdandi MIG/MAG-certifikat eitt krav.
Alt arbeiðið fer fram inni í einari arbeiðshøll, í einum skipaðum og tryggum arbeiðsumhvørvi, har
dentur verður lagdur á arbeiðsgóðsku og trygd.
Arbeiðstíð
Arbeiðið er í fyrstu atløgu sett til uml. 8 vikur, men møguleiki er fyri longri skeið.
Rotatiónsarbeiði verður avtalað nærri.
Løn og treytir
Løn og onnur viðurskifti eru eftir avtalu. Vit bjóða góðar og kappingarførar treytir.
Umsókn & samband
Telefon: 231340
Teldupostur: terji@norcrew.fo