Lýsing
Vit søkja dugnaligan og álítandi smið, maskinist ella líknandi til tunnilstoymið.
Um tunnilstoymið
Í 2021 byrjaði arbeiðið at gera tunnil frá Húsavík til Dals í Sandoynni - tunnilin verður umleið 2200 metrar.
Høvuðsbyggiplássið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað burturav innan Landsverk við einum tunnilstoymi, harumframt eru undirveitarar knýttir at arbeiðinum. Arbeiðið er nú komið væl áleiðis, og er ætlanin at komið er ígjøgnum fjallið til Dals í seinnu hálvu av 2023.
Ætlanin er, at tunnilstoymið framyvir skal taka sær av gerð av minni tunnilsverkætlanum til smærri bygdir. Verkætlanin er skipað saman við verkfrøðiliga serkunnleikanum á Landsverki.
Arbeiðsøkið
Sum smiður á tunnilstoyminum, er tín uppgáva at tryggja, at maskinútbúnaðurin hjá toyminum er í góðum standi, og tí verður tín uppgáva at føra leypandi eftirlit og viðlíkahald av borivogninum og aðrari útgerð, og at gera størri ábøtur, tá tørvur eru á tí. Harumframt fert tú at vera við í øðrum fyrifallandi uppgávum.
Um teg
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinistur, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi.
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi sum ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Vit seta trygdina í hásæti, og tí er tað avgerandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.
Setanartreytir
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Arbeiðsstaðurin er í Húsavík. Arbeiðstíðin er vanliga skipað soleiðis, at arbeitt verður í tríggjar vikur og síðan frí í eina viku. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð.
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. januar 2023.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mortan Gaasedal, anleggsleiðara á telefon 290 875 ella teldupost morg@lv.fo ella til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Verkætlanardeildini, á telefon 290 871 ella siva@lv.fo.