Lýsing
Vit søkja eftir einum smiði til landingartoymið á Havsbrún.
Ert tú smiður, og kundi tú hugsa tær nýggjar avbjóðingar? So er hetta starvið møguliga nakað fyri teg. Sum smiður á Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv við stórari ábyrgd á einum spennandi arbeiðsplássi.
Arbeiðsøki
Tú verður partur av einum toymi við trimum persónum, sum hevur ábyrgdina fyri landingarútgerðini og slógvskipanini á Havsbrún. Tú fert at arbeiða í 12-tímars vaktum, tá landing er. Vaktirnar eru býttar soleiðis: Eina viku dagvakt, eina viku náttarvakt og síðani eina viku frívakt, har tú eisini hevur møguleika at arbeiða frá kl. 8-16. Háárstíðin fyri landing er fyrra hálvár, tvs. frá januar til juni. Seinna hálvár verður vanliga minni landað. Tá eingin landing er, er arbeiðstíðin sum oftast frá kl. 8-16.
Tín vangamynd
Vit søknast eftir einum smiði við viðkomandi tekniskari útbúgving, til dømis maskinsmiði ella maskinmeistara.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi. Tú ert ábyrgdarfull/ur, hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og ert fleksibul.
Vit bjóða
Sum starvsfólk á Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, á tlf. 74 47 70, fhp@havsbrun.fo.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 21. august 2023. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk Starvið” niðanfyri.
Bakkafrost samtakið
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.700 starvsfólk (ársverk).