Smyril Line søkir grafiskan sniðgeva


Útgivið
10. juli 2020

Lýsing

Skriva út

Smyril Line søkir grafiskan sniðgeva

Vit á Smyril Line leita eftir einum grafiskum sniðgeva til marknaðardeildina.

Ert tú útbúgvin sniðgevi, og kundi tú hugsað tær, saman við øðrum, at ment Smyril Line brandið og ymisku konseptini hjá Smyril Line? So er hetta starvið, ið tú skalt søkja.

Um starvið
Talan er um eitt spennandi starv, har tú saman við grafiska toyminum hjá Smyril Line samtakinum skapar tilfar til Norrönu, Hotel Brandan, Hotel Hafnia, farmasøluna og ferðafólkasøluna, har høvðusmarknaðirnir eru týski, danski, føroyski og íslendski marknaðurin. Grafiska toymið framleiðir tilfar til bæði prent, heimsíður og sosialar miðlar á fleiri ymiskum málum.

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss í rúkandi menning, góðar starvsfelagaðar, eitt fjølbroytt og mennandi starv, har eingin dagur er eins.

Arbeiðstíð og løn
Vit vænta, at tú arbeiður fulla tíð, men arbeiðstíðin kann eisini verða eftir avtalu. Til tíðir er arbeiðsmongdin stór, sostatt kunnu arbeiðsdagarnir í ávísum tíðarskeiðum gerast langir. Løn eftir avtalu. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóra á tlf. 235900 ella skriva til henny@smyrilline.fo. Seinasta freist at søkja er 30. juli. Umsóknin skal sendast til: hr@smyrilline.fo.

Líknandi størv