Lýsing
Vit sóknast eftir einum dekkara til handilsskipið Mykines, ið siglur í fastari rutu millum Føroyar, Ísland og Holland. Starvsbyrjan er 5. oktobur 2022 ella eftir nærri avtalu, og tú kemur at sigla í fastari skiftisskipan á 4 vikur umborð og 4 vikur heima.
Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru at luttaka í allari lasting/lossing, og harumframt at luttaka á fundum í samband við skipan av lasting/lossing. Tú kemur eisini at luttaka í øðrum fyrifallandi uppgávum, í samband við rakstur, tænastu og trygd á skipinum, at hava kagtænastu á brúnni, og at halda dekkið reint.
Førleikakrøv
- Heilsuprógv og sjófartsbók
- Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, 1-3, 1-4 & 6
- Royndir við handilsskipi er ein fyrimunur men ikki eitt krav
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Umsókn
Tú søkir starvið umvegis hr@smyrilline.fo. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til HR-mennara, Hallu Midjord á tlf 235951.
Umsóknarfreistin er 18. septembur 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.