Heilsufrøðiliga starvsstovan
Útgivið
2. november 2023
Útgongur
17. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir einum starvsfólki til hálvtíðarstarv við byrjan hin 1. desember 2023.

Væntað verður:

- At tær dámar væl at vaska og hevur royndir við hesum

- At tú dugir at fata og arbeiða eftir eini mannagongd

- At tú ert tilvitað/ur um góðskuarbeiði

- At tú tolir broytingar og sjálv/sjálvur kann skyna á, um tørvur er á eyka vaski ein dag

- At tú kanst samskifta á føroyskum, norðurlendskum ella enskum.

Arbeiðsuppgávur:

- at vaska og sterva útgerð, glasvørur o.a., sum kann innihalda sjúkuelvandi lívrunnið tilfar

- at nýta ídnaðarvaskimaskinur, autoklavur og turkiskáp

- at handfara burturbeining av stervaðum lívfrøðiligum burturkasti

- at rigga útgerð o.a. til fyri starvfólkini á kanningarstovunum og eftirlitunum

- Ymiskar aðrar fyrifallandi uppgávur.

Umsókn:
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.

Viðheft skal vera grundgivin umsókn, lívsrensl, viðmæli o.a.

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 17. november 2023, kl. 12.00.

Løn sambært sáttmála ímillum Starvsfelagið og Fíggjamálaráðið. Starvið er flokkað í 2. flokki.

Meira fæst at vita við at venda sær til:

Janus Vang
deildarleiðari á mikrobiologiska kanningarstovan
tel. 55 64 00, t-post: hfs@hfs.fo

Kanningarstovurnar eru á Debesartrøð í Tórshavn. Heilsufrøðiliga starvsstovan er ein stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið