Vesturvón
Útgivið
5. januar 2024
Útgongur
19. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til húsfólk okkara á Ellisheiminum. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsuhjálpara á starvsbrøk 0,8 til Miðstovu/Innistovu. Møguleiki er eisini fyri hægri starvsbrøk.

Førleikakrøv

Prógv sum heilsuhjálpari

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt samsvarandi okkara málum
  • Hevur evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

 

  • Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Guðruna Gudmundsen, deildarleiðara á Miðstovu/Innistovu á tlf. 793213.

Setanarviðurskifti:
Starvið er í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk.

Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Heilsuhjálpari Miðstova/Innistova”

Umsóknarfreistin er 19. januar 2024 kl. 12.00

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið