Vesturvón
Útgivið
27. oktober 2023
Útgongur
10. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

- Til Uppistovu á Heiminum á Sýnini.

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til húsfólk okkara á Ellisheiminum. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 1, 0 á Uppistovu at byrja 1. desembur 2023 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
  • 1 heilsuhjálpara til fast starv á starvsbrøk 1,0 á Uppistovu at byrja 1. desembur 2023 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

Førleikakrøv:

Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Prógv sum heilsuhjálpari

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt samsvarandi okkara málum
  • Hevur evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Erlu Johannesen, deildarleiðara á Uppistovu á tlf. 793212.

Setanarviðurskifti:
Starvið er í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya/Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk.

Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk Uppistova”

Umsóknarfreistin er 10. novembur 2023

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið