Lýsing
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til húsfólk okkara á Ellisheiminum. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Søkt verður eftir:
- 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 0,8 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. februar 2024
Førleikakrøv:
Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
Vit vænta at tú:
- Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt samsvarandi okkara málum
- Hevur evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
- Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
- Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
- Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
- Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum
Vit bjóða:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Guðruna Gudmundsen, deildarleiðara á Miðstovu/Innistovu á tlf. 793213.
Setanarviðurskifti:
Starvið er í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya og KAF.
Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Heilsurøktari Miðstova/Innistova”
Umsóknarfreistin er 19. januar 2024 kl. 12.00