Vesturvón
Útgivið
16. maj 2023
Útgongur
30. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veitir tænastu til borgarar, sum búgva á Heiminum á Sýnini.

Saman vilja vit tryggja, at húsfólkini fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 1,0 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. juli 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • 1 heilsurøktara til tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi á starvsbrøk 1,0 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. juli 2023 – 31. august 2024 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv:
Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Vit vænta at tú:
Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum

Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt og evnini, at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið

Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd

Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi

Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag.

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Góða innleiðslu.

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Guðrun Gudmundsen, deildarleiðara á Miðstovu/Innistovu á tlf. 793213.

Setanarviðurskifti:
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya og KAF.

Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk til Miðstovu/Innistovu”.

Umsóknarfreistin er 30. mai 2023

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið