EIÐIS SKÚLI
Útgivið
24. november 2022
Útgongur
8. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Arbeiðsuppgáva:
Í tøttum samstarvi við lærarar, leiðslu, foreldur og Sernám arbeiða sum stuðul hjá næmingi við serligum avbjóðingum.

Arbeiðstíð:
Starvið verður sett í tíðarskeiðnum 3. januar 2023 til 20. juni 2023. Kunning um arbeiðstíð fæst við at venda sær til fyrstalæraran.

Endamál:
Endamálið er at stuðla næmingin í at skapa góðar og aldurssvarandi relatiónir við floksfelagar, aðrar næmingar og starvsfólk skúlans. Hetta verður gjørt í einum greiðum, fjølbroyttum og skipaðum skúladegi.

Førleikakrøv:
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur viðkomandi arbeiðsroyndir t.d. frá forskúla,skúla ella frítíðarskúla.
Barnaváttan verður kravd frá tí, ið settur verður.

Løn:
Starvið verður lønt samb. sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9. Setanarbrøkur uml. 0,43.

Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu verða fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. desembur kl.12.00. Kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo ella til Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði
Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 740470

Eiðis skúli
Kolsvegur 8
470 Eiði
Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið