Bilasølan
Útgivið
4. juli 2025
Útgongur
18. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Nú hevur tú møguleikan at koma í læru hjá einari av størstu bilasølum í landinum. Á Bilasøluni eru vit í dag 28 fólk, sum arbeiða við sølu, klárgering, umsiting, goymslu og bilverkstaði. Vit leita eftir einum lærlingi at gerast partur av okkara góða toymi. Á Bilasøluni umboða vit góðsku merkini Volkswagen, Audi og Škoda.

Sum lærlingur á kundamóttøkuni verður tú tætt knýtt/ur til allar deildir á Bilasøluni, tryggjar gott kundanøgdsemi og syrgir fyri, at samskiftið millum kundan, verkstaðið og søludeildina er gott. Tí ynskja vit, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og smílandi, so kundar okkara fáa eina góða tænastu hvørja ferð tey vitja okkum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og sum lærlingur verður tú lønt/ur eftir sáttmálanum millum Samverk og FAG.

Hevur hetta tín áhugað, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til dj@bilasolan.fo. Um tú ynskir at hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Dávur Johansen á telefon 239700.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið