Lýsing
Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu.
Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava ein aktivan leiklut í tilgongdini.
Sum leiðandi húsavørður hevur tú ábyrgdina av viðlíkahaldinum bæði inni og úti, nýtslu av høllini, samskipan av vasking í ávísum bygningum, at tekniskar skipanir virka og at menna húsavarðartoymið.
Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt á aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið sum leiðandi húsavørður.