Vestmanna Kommuna
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
17. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði at byrja 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu.

Sum leiðandi húsavørður hevur tú ábyrgdina av viðlíkahaldinum av kommunalu bygningum, nýgerð, bæði inni og úti, nýtslu av teimum, samskipan av vasking í ávísum bygningum, at tekniskar skipanir virka og at menna húsavarðartoymið.

Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt á aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið sum leiðandi húsavørður.

Førleikar
Vit vilja, at tú hevur góð handalig evni og eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hesum.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rúnu Koba, kommunuskrivara, á telefon 770 102 ella á teldupost: runa@vestmanna.fo

Vit vænta, at tú

  • hevur góð samstarvsevni
  • dugir væl at raðfesta uppgávur og at leggja arbeiðið til rættis
  • arbeiðir við nærlagni og ábyrgdarkenslu
  • dugir at taka avgerðir og grundgeva fyri teimum
  • kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • hevur koyrikort

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Umsóknarfreistin er týsdagin 17. juni 2025

Umsóknir
Umsókn saman við CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til: starv@vestmanna.fo - viðmerk "leiðandi húsavørður"

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið