Kirkjuliga Heimamissiónin
Útgivið
23. februar 2023
Útgongur
4. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir miðlafólki til www.trubodin.fo. Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í Leguhúsinum í Nesvík.
Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum m.a. kunnar um fjølbroytta arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður lagdur á uppbyggjandi tilfar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Trúboðin hevur eitt ljóðstudio umframt alla neyðuga útgerð til bæði at kunna framleiða ljóð- og videosendingar.

Arbeiðið umfatar m.a.
• at menna fjølbroytt innihald á Trúboðanum
• at síggja møguleikar fyri at fáa sjálvboðin at gerast størri partur av tænastuni á Trúboðanum
• at vera ein kristin rødd í samfelagskjakinum

Persónligir eginleikar
• tú dugir væl at skriva føroyskt
• tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

Vit bjóða tær
• eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú kanst hava ávirkan
• at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
• løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Ábyrgd
• tú vísir til aðalskrivaran

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 3. mars 2023.
Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?
Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo

Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

Kirkjuliga Heimamissiónin
Tel. 470000
www.mission.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið