Blákross Heimið
Útgivið
27. juli 2021
Útgongur
16. august 2021
Staður
Heiðavegur 32 FO-600 Saltangará, Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir sálarfrøðingi á Blákrossheiminum.

Blákrossheimið søkir eftir sálarfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 1. oktober til 31. juli 2022.

Starvið inniber, at arbeiða við bólkaviðgerð, staksamrøðum og framløgum, fyri tað mesta á DAT ung deildini.

Roknast kann við ferðing millum høvðusdeildina, sum er Blákrossheimið, staðsett á Nesi og DAT ung deildina, sum er staðsett í Havn. Bólkaviðgerðin kann ganga fyri seg aftaná kl. 16.00

Viðgerðin er skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi).

Vit leggja dent á:

  • Førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Góð samskiftisevnir – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
  • Yrkisføri og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávur
  • Gott tvørfakligt samstarv og fleksibilitet
  • At tú ert jaglig/ur og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir
  • At tú hevur áhuga og hegni at arbeiða við ungum fólkum
  • At tú vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya

Førleikar:

  • Cand.psych ella samsvarandi útbúgving við løggilding
  • Umsøkjarar uttan løggilding kunnu eisini søkja starvið
  • DAT útbúgving
  • Umsøkjarar uttan DAT útbúgving kunnu eisini søkja starvið
  • Viðkomandi royndir

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi starv í toymi saman við sálarfrøðingi og     psykoterapeutum
  • Fakliga menning, DAT toymi og supervisón
  • Gott sosialt arbeiðsumhvørvi saman við góðum starvsfeløgum
  • Møguleika fyri at fáa útbúgving í DAT

Løn/setanartreytir:
Talan er um eitt fulltíðar tíðaravmarkað starv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. aug. 2021 kl. 12.00.

Byrjað verður í starvinum 1. okt. 2021.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. + 298 780 760

Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Jütta J. Olsen, leiðari

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið