Kommunulæknaviðtalan v/Birna Hansen
Útgivið
3. marts 2025
Útgongur
23. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til móttøkuna í læknaviðtaluni hjá Birna Hansen, kommunulækna í Kirkjustræti 2 Hoyvík.

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 8.00-14.00, 30 tímar um vikuna.

Setan 14. apríl 2025 ella eftir avtalu.

Freistin at søkja er sunnudagin 23. mars 2025.

Vit vænta at:

  • tú ert fakliga væl fyri
  • tú hevur góð samskiftisevni
  • tú ert álítandi og møtir væl upp
  • tú ert arbeiðssom/arbeiðssamur og megnar at arbeiða, tá ið á stendur
  • tú hevur hóskandi royndir og útbúgving innan heilsuøkið
  • tú hevur góðar telduførleikar

Arbeiðið í móttøkuni er í høvuðsheitum at taka móti viðskiftafólki, visitera, svara viðtalutelefonini og teldupostum.

Aðrar týðandi uppgávur eru endurnýggjan av reseptheilivági í Cosmic og annað arbeiði í viðtaluni eftir avtalu.

Løn eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og yrkisfelag hjá umsøkjara.

Royndartíð: 3 mánaðir.

Umsókn skal sendast til:

birnih@kl.fo

viðmerkt ”Umsókn”

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið