Útgivið
25. juli 2022
Útgongur
24. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna ein klient verður søkt eftir skrivstovufólki ella skrivstovulærlingi at byrja skjótast tilber.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at gera alt fyrifallandi skrivstovuarbeiði, harundir svara telefon, samskifta við kundar og debitorbókhald.

Fakligir eginleikar:
Tann, ið settur verður, eigur at evni at arbeiða sjálvstøðugt, hava gott yvirlit og góð evni at samstarva.

Persónligir eginleikar:
Vit ynskja at tú er røkin, arbeiðssamur/arbeiðssom og samstarvshugað/ur. Tú skal kunna arbeiða sjálvstøðug/t, men skal eisini loysa uppgávur saman við øðrum.

Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv, men kann eftir avtalu verða ¾ tíðarstarv. Lønar og setunarviðurskifti verða sambært avtalu.

Arbeiðstíð:
Arbeiðstíðin er vanlig arbeiðstíð fyri fulltíðarstarv og tilsvarandi niðursett við ¾ parttíðarstarv.

Umsóknir:
Umsóknir við møguligum viðmælum og prógvum, saman við upplýsingum um royndir, skal verða Óla M. Hansen, adv., Magnus Heinasonar gøta 10, Postboks 158, 110 Tórshavn, oha@faroelaw.fo, í hendi í seinasta lagi 15. august 2022.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla M. Hansen á tlf 517316.

Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið