Lýsing
Um Bilasøluna
Bilasølan er ein av størstu bilasølum í landinum. Vit eru 28 fólk, sum arbeiða við sølu, umsiting, goymslu og á mekaniska verkstaðnum. Vit umboða kvalitetsmerkini Volkswagen, Audi og Skoda, og eyðsæð er, at umboð av slíkum slagi seta høg krøv til okkara førleikar og tænastustøði.
Um starvið
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Toymið á kundamóttøkuni hevur ábyrgd av øllum bókingum og allari tíðarstýring á tí mekaniska verkstaðnum og eisini øllum samskifti við kundarnar hjá verkstaðnum. Í tøttum samstarvi við verkstaðsleiðaran og biltøkningarnar tryggjar tú, at verkstaðurin verður optimalt rikin, at kundarnir fáa góða kunning og tænastu, og at samstarvið millum restina av fyritøkuni og verkstaðin er gott. Vit syrgja fyri upplæring og øðrum, sum ger, at tú fært teir førleikar, tú skalt hava fyri at røkja títt starv og hartil mennast og trívast.
Vit vænta, at tú hevur eitt lætt og vinaligt sinni og hevur góð samstarvsevni - at tú hevur stóran áhuga í kundarøkt og kundanøgdsemi, samstundis sum tú hevur eitt gott eyga fyri rakstri, planlegging og effektiviteti.
Møguleiki er eisini at koma í læru.
Umsókn
Hevur hetta tín áhugað, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til dj@bilasolan.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um tú ynskir at hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Dávur Johansen, verkstaðsleiðara, á tlf. 239700 ella Ásfinnur Sigvardsen, stjóra, á tlf. 239700.