VESTMANNA KOMMUNA
Útgivið
8. december 2022
Útgongur
20. december 2022
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir røskum og ágrýtnum arbeiðsfólkum til fríðkanartoymið at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • fríðkan av gøtum og øðrum kommunalum økjum
  • gróðurseting og sláing av almennum økjum

Umsøkjarin kemur partvíst at arbeiða sjálvstøðugt, og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis.

Vit væntað at tú:

  • hevur koyrikort til persónbil.
  • kann arbeiða í toymi.
  • traðkar til tá ið á stendur.

Setanar- og lønarviðurskifti

Tilvísing er til arbeiðsformannin hjá Vestmanna Kommunu. Størvini verða sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Talan er um fulltíðarstørv, sum verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi størvunum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Teknisku Deild, tlf. 770 105.

Umsóknin skal sendast til
Skrivlig umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til: runa@vestmanna.fo.

Freistin at søkja
Umsóknir skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. desembur 2022 kl. 12:00.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið