Lýsing
Søkt verður eftir tveimum deildarleiðarum til Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum. Talan er um tvey fulltíðarstørv við starvsbyrjan 01.05.2023 ella eftir avtalu.
Eitt starv er deildarleiðari fyri móttøku og vasking av linned
Hitt starvið er deildarleiðari fyri framleiðslu og distribuering av linned.
Um størvini
Deildarleiðararnir koma saman at standa fyri uppgávuni at leiða og menna dagliga arbeiðið á Vaskarínum, tit fara at vera við í arbeiðinum at gera tilboðsfyrispurningar og útboð, og at vátta fakturar. Harumframt hava tit ábyrgdina av starvsfólka viðurskiftunum á deildini, m.a. at gera arbeiðs- og vaktplan.
Vaskaríið samstarvar við sjúkrahúsdeildir, men eisini stovnar og virkir uttanfyri Sjúkrahúsverkið, og at røkja hetta samstarvið væl, er ábyrgdin hjá báðum deildarleiðarum.
Fyri hvønn av deildarleiðarunum, eru eisini arbeiðsuppgávur, ið bert eru knýttar at tí eina starvinum.