Lýsing
Eitt starv, sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Coordination Centre), er leyst at søkja.
Starvið umfatar hesar uppgávur :
- Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini. Flestu vaktir eru 12 tímar
- Tilkallivakt
- Móttaka fráboðanir og taka støðu til- og samskipa hjálparveitingar í føroyskum sjóøki
- Lurtivakt á Tórshavnradio
- Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænastan og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina
Førleikakrøv:
- Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving
- Hava hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál
- Nøktandi kunnleika til teldur
- Góð evni at samskifta og góð samstarvsevni
Fyrimunir:
Royndir frá altjóða arbeiðsumhvørvi
GMDSS prógv
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu
millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.
MRCC bjóðar:
Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.
Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.
Persónligir eginleikar:
Kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum.
Meira fæst at vita um starvið:
við at venda sær til MRCC- Tórshavn tlf. 351302
Umsóknir:
Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vørn/FVE, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn í hendi innan mikudagin 1.mars 2023, kl. 12:00. Verður umsóknin send sum teldupostur skulu øll viðheft skjøl sendast sum PDF fílar. Teldupostur : journal@vorn.fo